Føroyar hava alstóran týdning sum búpláss hjá milliónum av sjófuglum. Men hvussu er sjófuglurin fyri og hvørjir vandar eru fyri sjófuglum kring Føroyar? Hetta spyr Silas Olofson í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld kl. 20.15
Í hesum fyrilestri fara vit at hoyra um tey ymisku sjófuglasløgini, sum eiga í Føroyum. Vit fara at hyggja eftir gongdini, stovnsmetingum og samabera við gongdini í grannalondum okkara – fyrisleturin verður kryddraður við myndum av teimum ymisku sløgunum, og hvussu vit greina tey.
Fyrr í tíðini hevði sjófuglurin stóran týdning fyri vanliga føroyingin. Og framvegis hevur sjófuglurin stóran týdning fyri føroyingar – bæði mentunarliga, til matna og í ferðavinnuhøpi.
Stutt sagt, hvat kunnu vit gera fyri at verja sjófuglin?




