Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór konsert í KÍ-høllini

John William Joensen

Nú kemur Guðrun Sólja Jacobsen fyri fyrstu ferð til Klaksvíkar at syngja. Á konsertini, sum verður í KÍ-høllini sunnukvøldið klokkan 20, fer eisini danin Jacob Andersen á pallin, og gospelbólkurin I AM fer at spæla sangir av nýggju útgávuni hjá teimum

Tað verður ein rimmar konsert í KÍ-høllini sunnukvøldið, og tey, sum halda, at tað hendir einki í Klaksvík, kunnu hugsa seg um einaferð afturat. Tí nú hendir nakað veruliga stórt.
Á skránni eru tveir sangarar, sum eru kendir frá sangkappingini Stjørna í eitt kvøld.
Høvuðsnavnið er sjálvsagt føroyska Guðrun Sólja Jacobsen, sum vann hesa kapping seinast. Hon gjørdist rættilig stjørna í Danmark, og hóast hon eisini hevur havt fleiri konsertir í Føroyum, hevur hon ongantíð áður sungið í Klaksvík.
Tað fær hon møguleikan til sunnukvøldið, og saman við henni fer eisini Jacob Andersen, sum hon kappaðist ímóti í finaluni í Stjørna í eitt kvøld, at syngja sangir av sínari fløgu, sum kom út her fyri.
Tað verða danskir tónleikarar, sum koma at spæla undir hjá teimum, og teir eru ikki hvørjir sum helst. Talan er um dugnaligar tónleikarar , sum hava drúgvar royndir á donskum palli.
Bólkurin er mannaður við Thomas Cleve, sum spælir trummur, Anders Brandt Borup Haaber, sum spælir ljómborð, Morten Jørgensen, sum spælir bass, og Anders Mechlenburg, sum spælir gittar.

Selt yvir 25000
Guðrun Sólja Jacobsen kom rættiliga fram í Føroyum og í Danmark, tá ið hon vann kappingina Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri. Hon sang seg inn í hjørtuni hjá bæði føroyingum og dønum, og hon endaði sum stóri sigursharrin í kappingini.
Guðrun kom í summar út við síni fyrstu fløgu hjá plátufelagnum Universal. Hendan útgáva var partur av vinninginum, tá ið hon var við í Stjørna í eitt kvøld. Fløgan hevur selt væl, og hon er fyri langari tíð síðani farin um tey 25.000 eintøkini.
Guðrun hevur eisini staðið seg væl á ymiskum donskum hitlistum. Hon hevur havt ein sang á Tjeklistanum hjá DR í fleiri vikur, og hon hon hevur ligið ovarliga á sølulistanum Hit-Listen.
I Føroyum hava sangir av útgávuni hjá Guðrun eisini verið nógv spældir.

Serligir gestir
Á plakatini fyri konsertina sunnukvøldið standa bara Guðrun Jacobsen og Jacob Andersen, men sum eitt serligt yvirraskilsið fer fremsti føroyski gospelbólkurin eisini at spæla.
Talan er sjálvandi um klaksvíksbólkin I AM, sum fyri stuttum vann fyrsta Gospelprixið. I AM kemur í næstum við nýggjari fløgu, og tað verða millum annað sangir av hesi útgávu, sum teir fara at spæla sunnukvøldið.
Konsertin byrjar kl. 20.00.