MÍTTLAND: Signar í Homrum, sum er ein av teimum, ið spælir báðar dagarnar á festivalinum, MíttLand, er lendur. Hetta hava álítandi keldur á Oyrasundskollegiinum sæð. Signar hevur víst andlit. Hetta eru góð tíðindi fyri dagin, tí gott hálvgum sjey í kvøld skal hann á pall fyri fyrstuferð.

Í morgin klokkan 16.00 trínur hann aftur á pall og fær tá tíggju minuttir fleiri at framføra í. Beint fyri midnátt í annaðkvøld fara kendar føroyskar røddir á pallin at syngja sangin hjá Frændum, Mítt Land. Og mann ikki Signar í Homrum ikki eisini fara at vera millum teirra.
Onnur hava eisini úr at gera á góðu skránni
Men tað er ikki bert hann, sum fær nógva tíð á pallinum. Hallur Joensen spælir báðar dagarnar, Kristina Bærendsen stígur á pallin tvær ferðir leygardagin eins og Jens Marni. – Men hesi øll nevndu hava tað til felags, at tú verður ikki troyttur at hoyra tey.
Skráin er sjálvandi ikki bert við hesum á, tað er nógv onnur góð føroysk nøvn eisini. Kl. 21.00 spæla Swangah og teimum í hølunum kemur okkara kæra Lena Andersen á pallin; bara fyri at nevna onkran til hendan spennandi fríggjadagin.
Dagurin í dag byrjar klokkan 17.30, ímeðan morgindagurin byrjar longu klokkan 13.30. Har eru eisini nógv nøvn at velja úr rúgvuni. Halleluja Sofus, Annika Hoydal, Eyðun Nolsøe, Magni Christiansen, Anfinn og Co. og bumban úr Dynamitt, Niclas Heri.
Sólin er longu komin fram í morgun og DMI hevur lovað ein sólríkan dag. Tað kundi ikki verði betri, umframt at fólkakæra stjørnan er lend.
SKRÁIN SÆST NIÐANFYRI, UMFRAMT FESKAR MYNDIR FRÁ MORGUNSTUNDINI: