Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Størru útróðrarbátarnir vestanfyri

Oliver Joensen

Í nátt hava Brandur, Líðhamar og Norðsøki verið vestanfyri. Veðurmenninir boða framhaldandi frá landnyrðingi, so væntandi fara teir aftur at seta í “deyðseyðahavinum” aftur í nátt.

Á søluni í morgun: Bjørgvin 2.600 pund, Dalsenni 4.400, Norðsøki 4.800 Brandur 5.800 og Líðhamar 6.100 pund.

Tá vit tosaðu við Petur Joleiv, skipara á Líðhamri segði hann, at Brandur og Norðsøki eru frammanfyri okkum á veg inn á Miðvág, har veiðan helst verður uppskipað. Umbýtið millum tosk og hýsu, segði Petur Joleiv at um 1/5 av veiðuni hjá teimum var toskur. Annars segði hann um veðrið at tað hevði verið dýrdarveður har vesturi í nátt.