Síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008, so hevur KÍ ongantíð vunnið so stóran sigur sum sunnudagin.
KÍ vann 3-0 í Sarpugerði og tað er millum størstu tapini hjá Víkingi á heimavølli nakrantíð. Liðið hevur tó tapt onkran annan dyst við trimum málum og einaferð vann ÍF 4-1 í Sarpugerði. Hjá KÍ var 3-0 sigurin tann størsti, sum KÍ nakrantíð hevur fingið móti Víkingi í landskappingini. Hetta var landskappingardystur nummar 29 millum liðini.
Kelda: FaroeSoccer




