Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt ríkidømi á bygd

Hannefía Joensen

Í samband við útoyggjafundin í Norðurlandahúsinum, helt Niclas Heri Jákupsson ein sera áhugaverdan fyrilestur, um møguleikararnar á útoyggj.

Stórt ríkidømi á bygd
Í Skotlandi selja tey eitt ódjór sum tey kalla Nessi. Hetta ódjórið, sum teir siga heldur til í Lock Ness – er ikki til, og hevur ongantíð verið til. Allíkavæl forvinna skotar milliónir burtur úr hesari søgu, tí á hvørjum ári koma túsundtals ferðandi til Loch Ness – fyri at vita, um tey kunnu verða ein av teimum hepnu, sum síggja Nessi. Hotellvirksemi og handilslívið blomstrar – og sigur tú Skotland, so er Loch Ness ódjórið eitt tað fyrsta fólk hugsa um. Ein køla svarta lygn, er blivið brandi hjá Skotlandi. Er tað ikki góð marknaðarføring? Tað eru fá vitjandi sum kunnu rapportera, at tey hava sæð nakað ódjór, men søgan um Loch Ness selur – og ferðatalið veksur ár eftir ár.

Og tit kunnu trúgva tí, at tann dagin skotar síggja at ferðatølini minka, so tveita teir eina nýggja mynd av Nessi út í pressuna, og so er aftur eldur í.

Í Føroyum hava vit nógvar líknandi søgur, bæði um nykar, huldufólk, gandakallar og nógv annað. Eisini hava vit okkara søgu og okkara sagnir. Hvørt tað einasta fjall, hvør tann einasta vík, ja, og hvør tann einasta bygd hevur eina rúgvu av spennandi søgum. Og sjálvt um vit hava fólkini sum duga at fortelja hesar søgur, so eru vit ikki nógv dugnalig, tá tað kemur til at selja søgurnar. Og vit eru heldur ikki nóg dugnalig at kveikja lív í tær og gera tær enn meira spennandi og livandi. Men um vit skulu til at selja føroyska mytoloki, søgur og sagnir, so mugu vit gera tað við tokka til okkara røtur og uppruna og vit mugu verða stolt av okkara søgu og landi. Vit mugu eisini virða arvin, og bera hann fram á ein so heiðurligan hátt sum til ber. Men samstundis eiga vit ikki at lata sannleiksvirði oyðileggja undirhaldsvirði.

Og sum sagt, so er nógv at taka í. Lat meg her stutt taka nøkur fáa dømir:
Floksmenninir blivu einaferð stoyttir oman av Valaknúkum og søgnin sigur at illgras veksur har teir fullu, men har sum Sjúrður við Kellingará fall, vaksa vakrar blómur. Um tú koyrir inn í Skálabotn, so er ikki eingond eitt skeltið sum vísur á hetta stað og sjáldan sært tú vitjandi undir Valaknúkum. Søgan um hvussu floksmenninir lótu lív er sera spennandi og dramatisk og hví ikki hjálpa eitt sindur til, fyri at gera søguna enn meira trúverda? Bara við at sáa blómufrø í ein lítlan plett, undir Valaknúkum, kunnu vit halda lív í søguni. So kundi man fortalt hesa spennandi søgu á staðnum og samstundis víst á nøkur fakta. So lítið skal til fyri at kveikja lív í eina spennandi søgu, sum bara liggur og bíðar at verða fortald.

Fyri nøkrum árum síðani var eg í Suðuroy og seldi. A veg til Sandvík fór eg at hugsa um, at tað var her Sigmundur Brestursson svam á land, eftir at hava lagt allan Suðuroyarfjørð afturum seg. Eg fór at leita eftir hesum staði. Nokk fann eg Signumundargjógv, men tað var ikki bara sum at siga tað, tí har vóru eingir skeltir og ongar vegleiðingar. Og tá eg so hugsi um, at her andaðist maðurin um kristnaði Føroyar, so virkaði tað uppá meg, sum virðingin fyri okkara søgu og uppruna ikki er tilstaðar. Í Sandvík kundi man gjørt nógv meira burtur úr hesari søgu og við stoltleika fortalt og selt hana.

Taka vit eina oyggj sum Kalsoy, so er hon uppløgd sum ein ævintýr oyggj burturav. Umframt at oyggj hevur slættlendi, so hevur hon høg fjøll og bjørg, so er hon ómetaliga vøkur og hevur hon eisini 4 vakrar og serliga bygdir. Tað er eisini á Kalsoy vit hoyra søgurnar um húsarænarnir, Páll Fangi, kópakonuna og nógvar aðrar søgur. Tað vildi verið upplagt at sett eina standmynd upp av kópakonuni niðri helluni í Mikladali, sum stóð undir brimi tá tað leikaði harðast á? Báturin hjá Páll Fanga stendur inni í einum neysti í Mikladali. Hann kundi at staði frammi í einum savni, saman við øllum tí sum bygdin hevur at vísa fram.

Vit hava festivalar sum stinga seg um upp um alt landið, har høvuðsnøvnini altíð eru útlendskar stjørnur. Men hvat við at gera víkingafestivalar á bygd, har vit við tónleiki og sjónleiki fortelja okkara søgu? Har kundi eisini verið kappingar um sterkasta føroying, hvør kundi royt lundar skjótast, hvør drakk øl skjótast, kastaði spjót og øks longst o.s.fr.
Og hvat við aftur at kveika lív í Tingstaðirnir í Føroyum? Bæði við politiskum íblástur, men eisini við føroyskari nútímans mentan. Soleiðis at man regluliga hevði fólkafundir, við einum íslettu av mentan.

Jú, ríkidømi sum vit eru vælsigna við, er ein ótømandi kelda.
Tíbetur eru tað fólk runt landið sum longu eru farin í holt við ymiskt, og kunnu vit gleðast yvir hetta. Sjálvur ivist eg onga løtu í, at skal man seta nakað í gongd úti á bygd, so má man søkja til røturnar.

Tað fyrsta sum má henda, er at vit blíva vakt, soleiðis at vit síggja hendan vakurleika og teir møguleikar sum liggja í slíkum ríkidømi. Tað næsta sum má henda, er at vit duga at skapa hesar møguleikar til ítøkiligar verkætlanir.

Eg trúgvi ikki uppá at tað bygdafólk skulu bíða eftir at tað verða skrivaði nakað álit, og nakrar verkætlanir í Havn, hvussu bygdamenningin skal skipast í framtíðini. Hugskotini og arbeiðsmegi má koma frá bygdarfólkinum sjálvi. Eg trúgvi heldur ikki uppá at bygdafólki skal bíða eftir nøkrum fíggjarligum stuðli – tí ríkidømi liggur beint uttan fyri hurðina og tað skulu bygdafólk vita – og ikki minst duga at selja.
Nógv børn á fastlandinum hava ongantíð sæð eina livandi kúgv, ei heldur eitt fjós. Fólk í býnum hava ongantíð sitið í einum fleyðingarsessi, og tað vilja tey – og tað eiga tey at gjalda fyri.

Tað er umráðandi at man í sínari bygd finnur fram til sítt brand, og sína vøru, og har frá byggir út frá tí konseptinum. Og tað er væl loyvt at stjala onnur konseptir, man skal bara duga at umskapa tey soleiðis, at tey klæða inn í umhvørvið. T.d. kann man gott seta eina karusel upp á Trøllanesi, men so skal tað ikki verða við elefantum, zebraum o.ø….so má tað verða við grindahvalum, veðrum og tarvum. Og skal man bjóða nakað til góman, so eigur tað at verða tikið úr nærumhvørvinum: Lundabringur, seiðfriskadellir, fekst lambskjøt, rabarbusúltutoy, tálgabuding, føroyska gás o.s.fr. Sum tann vitjandi, bæði kann fáa servera á staðnum, men sum hann eisini kann taka við sær.

Men í síðsta enda er tað bygdafólkini sjálv sum mugu síggja møguleikarnir, og tað ríkidømi sum tey hava rundan um seg. Men tá skotar kunnu selja Locknes ódjórið í fleiri generatiónir, so ivist eg onga løtu í, at mikladalsmenn kunnu eisini selja kópakonuna og fuglingar floksmenninar.
Men eingin hevur sagt at tað er lætt og tíðin er farin frá at man setur seg niður, og bíðar eftir kundunum. Eitt er at gera umstøðurnar og hava vøruna – eitt annað er at selja hana. Men rakið í dag er til stóran fyrimun fyri bygdirnar. Fólk søkja meira út í krókarnar, og fólk ynskja kropsligar avbjóðingar. Man keypir upplivingar sum ongantíð fyrr. Øll eru eisini von at gjalda fyri eina tænastu, og tíðin er farin frá at fólk ger nakað ókeypis fyri nakran. Og hví skulu býarfólk ikki galda fyri at sleppa inn í eitt fjós, tá bygdarfólk skulu gjalda fyri at sleppa inn í ein ítróttarhøll.

Fyri mongu árum síðani segði kendi danski handilsmaðurin Símun Spice: “Eg selji ikki ferðir – eg selji upplivingar”. Og er tað nakað bygdirnar í Føroyum eiga nokk av, so er tað upplivingar. Eftir er so bara at selja tær – tí kundarnir teir eru til.