Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt Tunnilsblað í gerð

Jóhann Lützen

Í samband við at Norðoyatunnilin fyllir 20 ár mikudagin 29. apríl, fer hann at seta sítt dám á blaðið hesaferð, sum kemur út fríggjadagin 24. apríl

 

Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006 og P/F Norðoyatunnilin hevur avgjørt, at frítt verður at koyra frá leygardegnum 25. apríl til sunnudagin 3. mai. 

Tunnilin fer at seta dám á blaðið hesaferð, sum kemur út fríggjadagin 24. apríl. 

Tilfar og lýsingar sum skulu við í Norðlýsið, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi í morgin 21. apríl kl. 15.00

Sendið á lysing@nordlysid.fo ella ring á 221991.

 

Visti tú:

  • Í 2005 vóru í meðal fluttir 329 bilar um Leirvíksfjørð hvønn dag við ferju. 
  • Í 2025 koyrdu í meðal 4.464 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag.