Reynsmúli var bestur á Vágni í dag við 5000 pundum. Líðhamar og Kallanes lógu niðanfyri 4000 pund.
Hetta var ikki dagurin hjá stóru útróðrarbátunum á Klaksvík. Fiskiskapurin er vánaligur og hevur verið tað í longri tíð. Hetta tók formaðurin á Líðhamri Petur Joleif avleiðingarnar av og gjørdi av at koyra línuna í land og snellurnar umborð.
Líðhamar fer nú á upsaveiðu við snellu. Karlamagnus kom inn norðuri í Sundi ídag. Magnus Johannesen, formaður segði, at teir fingu 9000 pund av upsa í gjár, og 5000 í morgun. Út á dagin var so nógvur vindur at tað stóð ikki niður har teir vóru og avgjørdu tí at koma inn. Magnus var væl foreintur við fiskaríið.
Sum sagt fyrr í kvøld, so høvdu snellubátarnir ein væl brúkiligan dag ídag, har flestu teirra lógu um 1000 til 2000 pund, onkur fór eitt sindur longur upp ímeðan onkur fekk heldur minni enn tað.




