Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórur áhugi fyri bátafelagi

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í kvøld varð lýst til kunnandi fund um møguliga stovnan av bátafelag í Norðoyggjum

Fundurin varð á Spinnarínum í kl. 19.00 fyri at vita um áhugi var fyri slíkum felagi.

Stigtakararnir til fundin vóru Jóhanna Hansen, Karl Olgar Joensen og Sigmar Høgnesen.

Tó at tey høvdu skrivað í lýsingini: ”Møtið fjølment kvinnur og menn” vóru tey rødd fyri, at kanska sótu tey trýeini til fundin.

Men so var ikki – har møttu heili 30 fólk upp og eftir prátinum at døma, var stórur áhugi fyri at stovna bátafelag.

Greitt varð frá á fundinum, at hetta felagið er ætlað sum eitt felag fyri frítíðarsiglarar og annars bátaeigarar í Norðoyggjum. Okkurt felag hevur verið á Facebook, og onnur hava eisini verið, men sum nú eru passiv ella liggja í dvala.

Nú er so ætlanin, og serliga tá ið so nógv fólk eru møtt til henda fundin, rættiliga at stovna ella endureisa felagið, og um neyðugt við navnabroyting, soleiðis at allir norðoyingar vera umboðaðir, bæði kvinnur og menn.  

Helst verður skipað fyri uppskot til navn á felagnum og helst eisini fáa gjørt hugskotskapping um búðmerkið. Hetta kemur helst fyri á einum av teimum komandi fundinum.

Fyrsta stig má tó verða at fáa sett saman eina reglugerð at arbeiða eftir og fáa nevnd valda.

Bæði Karl Olgar Joensen og Jóhanna tóku orðið og greiddu frá hugsjónum sínum, og hvussu umráðandi, tey hildu eitt slíkt felag vera.

Sigmar Høgnesen, segði í sínum innleggi – Bara fyri at nevna nøkur dømi um endamál felagsins:

– at sjóða saman øll tey, ið hava áhuga fyri frítíðarbátum.   

– at skipa fyri hugnatiltøkum við bátabrúgvarnar, um summarið.

– at hava gott samstarv við onnur bátafeløg í landinum.

– at skipa fyri felags siglitúrum í góðveðri í Norðoyggjum, og aðrastaðir í landinum. 

– at útvega eitt felagshøli, har limir kunnu møta til hugna, tey longu vetrarkvøldini – kanska við fyrilestrum, frásagnum, spurnarkappingum, kortspæli, afturvið kaffi, køkum, práti, skemti og sangi. 

– at skapa hugnaligar karmar við bátaøkið og eisini við eitt komandi sølutorg, har ætlanin er at selja føroyskan feskan fisk, skerpikjøt, fugl, ræstkjøt og annan føroyskan viðskera. 

– at skipa fyri Føroyskum dansi, “Dans på brygga“ okkurt gott summarkvøld, livandi tónleiki o.s.fr.

Tikið varð eisini til, at vit borgarar í Klaksvík hava ymisk áhugamál, tó at felags fyri flestu norðoyingar er, at teir sera eru áhugaður í KÍ. Tó eru so mong onnur feløg í býnum við øðrum áhugamálum, so sum Treystið, Billiardfelagið, Dartfelagið, Sjónleikarafelagið, hondbóltur, flogbóltur, Ægir, Smæran 60+, Rynkebysúkklarar, Fimleikarafelagið, og onnur við.

Vónandi fær hetta felagið, kanska kallað “Norðoya Frítíðarsiglarar“ eins góða undirtøku og sømdir frá okkara býraðspolitikarum, sum omanfyri nevndu feløg, endaði Sigmar Høgnesen.

 

Býráðið

Stigtakararnir høvdu eisini kannað við býráðið, um tey vóru sinnaði at spæla við – kanska útvega lendi til felagshús við havnalagið – nærhendis bátabrúgvarnar og annars vera við til ymiskt annað, sum tey hildu vera neyðugt í sambandi við eitt nýmótans maritimt øki við bátabrúgvarnar.

Tí møttu Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini og Atli S. Justinusen, formaður í Vinnu- og Havnanevndini upp til fundin. Atli kunnaði um, at býráðið hevði sett sær fyri at bøta um við sølutorgi, almennum wc og øðrum ið hoyrir til við bátabrúgvarnar. Enn er nakað eftir á mál, men fyrstu pengarnir til endamálið skulu eftir ætlan setast av í komandi fíggjarætlan fyri 2022.

Tað møttu, sum sagt 30 fólk til henda kunnandi fundin, sum Hallur Joensen eisini sett dám á løtuna – ikki minst við sanginum ”Sjómaður kvøður” við síni frálíku rødd og guittarspæli.

Tá ið so væl var møtt, fingu stigtakararnir mót, og avgjørt varð, at boða til stovnandi aðalfund, har m.a. reglugerð skuldi viðtakast, og nevnd veljast.

Hesin fundur verður í Spinnarínum hin 2. juni 2021 kl. 1900.