Lýsing

Starv sum havnaumsjónamaður við Fuglafjarðar havn

Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. juli 2021 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
 
Førleikakrøv:  
Útbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
Góð samskiftis- og samstarvsevni.
Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.
 
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Eiði og Norðskála.
 
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
 
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.
 
Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.
 
Hevur tú áhuga í starvinum
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum til Fuglafjarðar kommunu á teldupost-bústaðin info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. mai kl. 16:00.
 
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.
 
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnastjóra á telefon 238050,
 
 

Aftur
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025