Stuðulsfólk til 20 ára gamlan mann
Stuðulsfólk til 20 ára gamlan mann, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali
Um starvið
Talan er um stuðulsstarv fýra dagar um vikuna eftir nærri avtalu í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Annar stuðul er í starvi 1 dag um vikuna.
Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til skúladagurin er liðugur, ella til kl. 16.00. Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.
Stuðulstímar fyri almannaverkið aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum mann og stuðulin.
Arbeiðsuppgávurnar
Talan er um ein 20 ára gamlan mann við rørslutarni, er næmingur á Náttúrubreyt á Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra hann í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at vera um hann í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum og vera partur av flokkinum. Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.
Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hetta verður skipað eftir nærri avtalu.
Førleikar/væntanir
Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin” millum teg og næmingin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera tætt at einum øðrum menniskja.
Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri.
Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við næminginum. Stuðulsfólkini koma eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.
Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið, soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður er partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð er undir Almannaverkinum við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Starvið er í løtuni 32 tímar um vikuna + tímar eftir avtalu við Almannaverkið og kann vara til 30. juni 2027
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag við setan frá 1. mai – ella sum skjótast
Freist
Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi 13. apríl 2026 kl. 23.59.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558, viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At verða um ein 20 ára gamlan rørslutarnaðan mann, at fylgja honum í skúla og hjálpa honum við praktiskum tingum.
Útbúgving og almenn krøv
Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar.
13. apr 2026
12. apr 2026
6. apr 2026
12. apr 2026
1. apr 2026
8. apr 2026
8. apr 2026
19. apr 2026
7. apr 2026
19. apr 2026