Lýsing

Feriuavloysarar til Roðan

Vilt tú verða ein partur í at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu?

ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari?
ert tú í ferð við at útbúgva teg innan hesi økið?
kundi tú hugsa tær at útbúgvi eg innan hesi økið?
ella manglar tær bara eitt arbeiði í summar?
So er tað tær vit leita eftir, sum feriuavloysara til Roðan.

Røktarstarvsfólk

Til  Eysturoyar røktar – og ellisheim, sambýlini Vesturskin og Sjóvarlon og til  heimatænastuna verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum at arbeiða í tíðarskeiðnum  frá 01. juni til  30. september 2021.

Arbeiðið umfatar heilsu-og sjúkrarøkt, heimahjálp, og vegleiðing til borgarar, sum búgva heima og/ella á Eysturoyar røktar- og ellisheimið, Vesturskin og Sjóvarlon.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í skiftandi vikuskiftum

 

Reingerðingsfólk

Til Eysturoyar røktar- og ellisheim, Vesturskin og Sjóvarlon verður søkt eftir fólki at gera reint. Eisini verður søkt eftir fólki til vaskaríið á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Arbeiði er í dagtímunum gerandisdagar.

 

Køksrøktarstarvsfólk

Til Vesturskin og Sjóvarlon verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og skiftandi í vikuskiftum.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Roðan økistænastuna tlf 478200 ella tpost rodin@rodin.fo 

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2021

Umsóknin, merkt “summarfrítíðaravloysari” skal sendast við telduposti til: rodin@rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, FO 620 Runavík.

Aftur
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Stýrimaður til Martin
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026