Røktarstarvsfólk til Norðoya Røktarheim

Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólki til báðar eindirnar á Norðoya Røktarheimi.
 Niðristova:
-       Eitt fast starv
-       Tvey tíðaravmarkað størv til og við 31. juli 2022
-       Eitt tíðaravmarkað starv til og við 28. februar 2022
Uppistova:
-       Eitt tíðaravmarkað starv til og við 31. januar 2022
Setanarbrøkurin er 0,7, og størvini verða sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja búfólkunum á Norðoya Røktarheimi dygdargóða røkt og ein tryggan gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.
 
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst røktarfaklig útbúgving, t.d. heilsurøktari, heilsuhjálpari ella onnur heilsufaklig útbúgving. NBH tilskilar sær rætt til at seta fólk uttan røktar-/heilsufakliga útbúgving í tíðaravmarkað starv, um eingin við hesum útbúgvingum søkir.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Starvsfólk í NBH kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara, á tel. +298 793430 ella við telduposti til asaa@nbh.fo
Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 25. mai 2021.

Aftur
Royndur maskinførari
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Smiður
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Fossánes…
Umsóknarfreist:
15. mai 2024
Mekanikari til verkstaðið
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024