Lýsing

Eldhugaður greinari

Dugir tú væl við tølum og mynstrum? Megnar tú at miðla fløkt evni greitt? Trívist tú í politiskum samskifti? Og heldur tú, at íløgur í gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri framtíðar Føroyar? So er tað møguliga tær, ið vit leita eftir.
Í sambandi við stovnan av einum nýggjum strategiskum ráði fyri gransking, menning og nýskapan er eitt nýtt akademiskt fulltrúastarv leyst at søkja.


Starvið
Tú kemur at samskipa arbeiðið fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan og at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av uppgávum á teimum økjum, ið Granskingarráðið umsitur.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
•      samskipa arbeiðið hjá og gera frágreiðingar fyri Ráðið
•      savna og skipa hagtøl um gransking, menning og nýskapan
•      miðla týdningin av gransking, menning og nýskapan
•      vera partur av toyminum í innlendis og altjóða arbeiðinum hjá Granskingarráðnum


Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi í samfelagsfrøði, hagfrøði, stjórnmálafrøði, samskifti ella líknandi. Tað kann vera ein fyrimunur, at tú hevur vitan og arbeiðsroyndir við gransking, menning og nýskapan.
Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:
•      royndir við at savna, skipa og miðla tøl
•      evni at hugsa og arbeiða strategiskt og langskygt
•      samskiftis- og miðlaførleikar, bæði munnliga og skrivliga
•      málførleikar á føroyskum og enskum


Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt í mun til útbúgving og royndir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.


Umsókn
Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til Granskingarráðið á starv@gransking.fo í seinasta lagi 14. juni 2021.
Starvið verður sett 15. august ella skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Sølvará stjóra á 567803.

 
Um Granskingarráðið
Granskingarráðið er almennur stovnur, sum umsitur fleiri stuðulsskipanir til gransking. Stovnurin samskipar føroysku luttøkuna í Horizon samstarvinum við Europa við NCP tænastu og EURAXESS tænastu. Stovnurin ráðgevur og kunnar eisini breitt um gransking, menning  og nýskapan.   
Í Granskingarráðnum starvast 4 fólk í løtuni. Granskingarráðið hevur skrivstovu á Bryggjubakka 12.
Um ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Nýggj lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan kom í gildi 1. januar 2021. Í lógini er eitt strategiskt ráð skipað til at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnulívi um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Hetta ráðið kemur í staðin fyri Vísindaráðið.

Aftur
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025