Lýsing

Fólk til postútbering í Eysturoynni

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa sendingar trygt og skjótt fram til móttakaran? So hevur Posta kanska eitt starv til tín.

Posta leitar eftir einum postboði til útberingina í Eysturoynni.

Ver við til at tryggja, at alskyns flutningur kemur trygt fram til rætta móttakaran. Tær dámar væl at hava ábyrgd, og at gerandisdagurin til tíðir er skundmikil. Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað(ur), ábyrgdarfull(ur) og eitt gott umboð fyri Posta.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv, har tú fært nógva fríska luft, meðan tú ert til arbeiðis og frælsi til sjálv(ur) at leggja ein part av degnum til rættis. Tú verður upplærd(ur), fært veðurgóðan búna, góðar starvsfelagar og eitt nútímans arbeiðsumhvørvi.

Starvið er uml. 30 tímar um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum.

Starvið verður sett 1. juli 2021 ella eftir nærri avtalu.

Tú 

hevur koyrikort til bil
ert kundavinarlig/- ur
ert ágrýtin og jalig/-ur
hevur heilsu til at ganga úti
hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
Vit Kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi saman við dugnaligum starvsfeløgum.

Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið.

Spurningar
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Annie Højgaard á tlf. 23 60 92, millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella skriva til anho@posta.fo 

Umsókn
Umsókn kann sendast við telduposti til anho@posta.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 23. juni 2021.

Posta tryggjar hvønn dag, at alskyns flutningur – frakt, pakkar og vøra – í hópatali kemur trygt og skjótt fram til rætta móttakaran um allan heim. Posta hevur umleið 120 ársverk.

 

Aftur
Vinnu­ráð­gevi til Føroya Tele
Umsóknarfreist:
19. nov 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara
Umsóknarfreist:
15. nov 2025
Føðslu­atstøðari til køkin á Klaksvíkar S…
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Skrivstovu­fólk til Sjónám
Umsóknarfreist:
20. nov 2025
Netastovan søkir eftir “Goymslu/­Innkeyps…
Umsóknarfreist:
18. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Mekanikari
Umsóknarfreist:
17. nov 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella hjá…
Umsóknarfreist:
12. nov 2025