LÍVBJARGARI TIL KLAKSVÍKAR SVIMJIHØLL
Vit søkja eftir lívbjargara til svimjihøllina.
Høvuðsuppgávurnar eru:
- at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
- at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
- at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
- at vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.
Aðrar uppgávur eru:
- at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
- at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
- at taka lut í ymiskum røktararbeiði
- at avgreiða atgongugjøld o.a. í atgongumerkjasøluni
Vit sóknast eftir persóni, sum:
- hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Lívbjargingarskeiðið kann verða tikið til starvið)
- hevur góð samstarvsevni
- er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
- hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
- hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeitt verður í einari skiftisskipan Til ber at spyrjaum hetta, við at venda sær til hallarleiðara.
Lønar- sog setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3 við tilvísing tilsvimjihallarleiðaran
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við nógvum opnum møguleikum.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðara á tlf. 21 41 76.
Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skuluvera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. sept. 2021 kl. 12:00 og sendast tiltorkil@klaksvik.fo.
Klaksvíkar svimjihøll
Ein av stórstu hallunum í landinum, hevur 25 metra svimjihyl, baðiland, heittvatnshyl, sauna og innan- og uttandura vælveruøki. Eisini hevur høllin eina hugnaliga kafeteriu.
9. jun 2026
1. jun 2026
1. jun 2026
10. jun 2026
16. jun 2026
20. jun 2026
14. jun 2026
1. jun 2026
1. jun 2026
7. jun 2026