Lýsing

Klaksvíkar sjúkrahús - Samskipari til tænastudeildina

Eitt tíðaravmarkað starv sum samskipara er leyst til setan frá 1. januar 2022 til 31. desembur 2022, ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 25 tímar/viku.

Tænstudeildin tekur sær av millum annað innkeypi av vørum, klædnavaski og reingerð. Á deildini arbeiða 25 starvsfólk.

Uppgávurnar eru:

  • samskipandi leiklut í mun til reingerð og ístandgerð
  • vegleiða starvsfólk og skipa fyri neyðugari upplæring
  • gera arbeiðsætlan
  • hjálpa til í leiðbeiningini, og annað fyrifallandi arbeiði
  • samskipa uppgávur, t.d. skipan av tiltøkum

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum at tú:

  • hevur áhuga og eyga fyri góðum reinføri
  • hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis er samstarvsinnað/ur,
  • fyrikomandi og fleksibul
  • ert álítandi, røkin og vælskipað/ur í dagliga arbeiðnum
  • sjálv/ur dugir at síggja hvat krevur ábøtur
  • hevur viðkomandi starvsroyndir

Tað skal falla tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir, tá KT-skipanir stuðla undir arbeiðinum á tænastudeildini.

Setanarviðurskifti: Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, lønarflokk 4.

Hevur tú spurningar ella vilt hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til deildarleiðara, Birnu Jacobsen á telefon 23 54 70.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skal sendast til: umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er 01. desembur 2021.

Aftur
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Stýrimaður til Martin
Umsóknarfreist:
13. apr 2026