Lýsing

Vit fara nú at søkja eftir starvsfólki til matgerð og reingerð hjá SEV

Vit sóknast eftir trimum fólkum at gera mat og reint í køkinum og í kantinuni á Landavegnum og á Sundi frá 1. januar 2022. Talan er um tvey fulltíðarstørv á Landavegnum og eitt 30 tíma starv á Sundi.

Tú

Tær dámar at gera fjølbroyttan og sunnan mat. Umráðandi er, at tú hevur alsk til góða matgerð og hevur hug at gera sunnan, leskiligan og vælsmakkandi mat, har bæði eygu og likam fáa sítt.

Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak bæði við matgerð og í mun til reingerð. Eisini ynskja vit, at okkara nýggju starvsfelagar eru blídligir og fyrikomandi, so tað er hugnaligt hjá starvsfólkunum at eta í kantinum okkara, sum eru savningarstaður í gerandisdegnum.

Eisini er umráðandi, at tú hevur hug til og ger tær ómak við reingerðini í køkinum og kantinuni, soleiðis, at tú ert við til at halda reinførisstøðið eftir nærri ásetingum.

Góð uppmøting er ein sjálvfylgja í tínari verð.

Um tú hevur arbeiðsroyndir innan matgerð og reingerð, er tað avgjørt ein fyrimunur.

Uppgávur

Uppgávurnar eru at bíleggja, keypa inn, gera morgunmat og eina máltíð á middegi til starvsfólkini á Landavegnum og á Sundi. Tað kann koma fyri, tá SEV hevur gestir uttanífrá, at matur skal gerast ella fyriskipast í hesum sambandi.
Umframt at matgera, ruddar tú av eftir máltíðirnar og heldur køk og matarhølið reint. Maturin má vera sunnur, fjølbroyttur og leskiligur. Eisini riggar tú til fundir og ger mat til móttøkur.

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8-16. Tað kann tó koma fyri, at onkur hissini uppgáva er uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Løn

Talan er um fastlønt størv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Fyrstu tríggir mánaðirnir eru royndartíð. Um tú hevur spurningar til eitt av størvunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Margrethu Otthamar, toymisleiðari fyri fyrisitingartoyminum á tel: 225620.

Umsóknin
Umsóknarfreistin er 3. desember 2021, og umsóknin skal sendast til:

T-postur: starv@sev.fo 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 165 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og
virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024