Lýsing

Skrivstovulærlingur til Nám/Próvstovuna

Nám søkir eftir lærlingi til skrivstovuútbúgving til setanar 1. mars 2022.

Hjá okkum lærir tú at veita viðskiftafólkum góða tænastu, og tú lærir góðan fyrisitingarsið eins og aðrar fyrisitingarligar partar, ið hava við útbúgvingina at gera. Tú verður partur av fyrisitingini í Námi og Próvstovuni, og tú fert at arbeiða við fleiri telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við Búskaparskipan Landsins, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið

Lærumálini (uppgávurnar) eru m.a.:

  • at svara fyrispurningum frá viðskiftafólkum
  • at arbeiða við tekniskum skipanum so sum 360, Búskaparskipan Landsins, próvtøkuskipanini WISEflow o.ø.
  • at fyrireika próvtøkur til ymisku skúlaskipanirnar
  • at fyriskipa fundir og skriva fundarfrágreiðingar
  • at fyrireika og avgreiða útlán frá bókasavninum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • dámar at tosa við og dugir væl at fara við fólki
  • trívist við, at nógv ymiskt er at gera
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • ert røkin og nærløgd/-lagdur
  • hevur royndir við at arbeiða við teldu.

Umsøkjarar við gymnasialum miðnámsprógvi hava ein fyrimun.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Lærlingur fær løn í skúlatíðini.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Nám er í menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.

Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. februar 2022.í Umsóknin skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

---------

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 28 starvsfólk. Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum, og har arbeiða sjey fólk.

Aftur
Teknikari við ábyrgd av flakalinjunum
Umsóknarfreist:
1. jun 2022
Sjógvalari til Sundalagið
Umsóknarfreist:
31. mai 2022
Kom í læru sum alari hjá Bakkafrost
Umsóknarfreist:
29. mai 2022
Havstovan søkir eftir 1. stýrimanni
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Sjógvalari til Gøtuvík
Umsóknarfreist:
31. mai 2022
Havstovan søkir eftir kokki
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Deildarleiðari til Heilsutrygd
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Tannspenn søkir starvs­fólk til tannrætti…
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
FÖRKA søkir eftir maskin­fólki til biogas…
Umsóknarfreist:
1. jun 2022
Starvs­fólk til Føroya Fiskimanna­felag
Umsóknarfreist:
10. jun 2022