
Fulltrúi til Heilsutrygd
Heilsutrygd leitar eftir einum fulltrúa at starvast fulla tíð.
Á Heilsutrygd hava vit skipað fyrisitingina í toymir, og hesin fulltrúin verður m.a. samskipari í toyminum fyri HR- og menning.
Fulltrúin fer at taka sær av nógvum ymiskum, sum t.d. ráðgeving, rekruttering og at tryggja mannagongdirnar í hesum sambandi. Fulltrúin fer eisini at taka sær av ivaspurningum tá talan er um ivaspurningar av lógum, reglum og sáttmálum.
Roknast kann við nógvum samskifti við onnur starvsfólk í og uttanfyri Heilsutrygd.
Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um at:
· Tryggja, at mál verða viðgjørd sambært galdandi lógum og reglum
· Tryggja, at sáttmálar verða hildnir og luttaka í sáttmálasamráðingum
· Rekruttering, herundir samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir
· Ráðgeva og samskifta innan starvsfólkaviðurskifti, starvsfólkarøkt og menning
· Menna og halda við líka starvsfólkahandbók og mannagongdir
· Skráseta og halda við líka starvsfólkaupplýsingar
· Skipa og tryggja mannagongdir innan avgreiðslu av lønum
· Luttaka í øðrum uppgávum á Heilsutrygd eftir tørvi
Tú hevur løgfrøðiligt skil og dugir at arbeiða við skipanum, mannagongdum og starvsfólkaviðurskiftum. Tú dugir væl at orða teg, bæði í skrift og talu. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu, og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.
Vit vænta at tú hevur:
· Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni t.d. innan løgfrøði ella almenna fyrisiting
· Royndir frá almennari fyrisiting, HR ella líknandi starvi kunnu vera ein fyrimunur
· Góð evni at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og talu
· Góðan teldukunnleika á brúkarastøði
· Góð samstarvs- og samskipanarevni
· Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Tú kanst vænta tær eitt fjølbroytt og spennandi starv. Til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fulltrúin vísir til stjóran. Starvið verður sett frá 1. oktober 2022, ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø á telefon 794002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo
Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:
ella
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. august kl. 12:00.
Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum,
Kommunulæknaskipanina, Gigni, Økisheilsuskipanina og Royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár. Heilsutrygd hevur eisini eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.
15. jul 2025

15. jul 2025

10. jul 2025

26. jul 2025

13. jul 2025

15. jul 2025
