Lýsing

Starvsfólk til Próvstovuna

 

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til fulltíðarstarv sum próvtøkufyriskipari á undirvísingarøkinum. Starvið verður sett 1. novembur 2022 ella skjótast gjørligt.

Uppgávurnar eru m.a.:

·        at samskipa og fyrireika próvtøkur

·        at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð

·        at seta upp próvtøkuuppgávur

·        at samskifta við skúlar og próvdómarar um próvtøkur

·        at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow

·        at framleiða, skipa og leggja fram hagtøl

·        at gera samsýningar fyri próvtøkuvirksemi klárar til útgjald.

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

·        viðkomandi útbúgving

·        góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)

·        góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum

·        førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti

·        góð samstarvsevni

·        møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara á Próvstovuni, á tlf. 555110. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. oktobur 2022 kl. 12.00 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. Á Próvstovuni arbeiða sjey fólk.

Aftur
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026