
Sølu- og Handilsleiðari til TTS
Vit sóknast eftir einum virkisfúsum, kundavinarligum og dugnaligum sølu- og handilsleiðara til TTS í Klaksvík
TTS er ein fyritøka í støðugum vøkstri, við einum sterkum dynamiskum toymi, sum hevur nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar, við nógvum ymiskum tørvum.
Vit leita eftir einum dugnaligum og kundavinarligum sølu- og handilsleiðara, sum hevur áhuga í tøkniligum vørum.
Tínar uppgávur sum sølu- og handilsleiðari vera millum annað:
· Hava ábyrgd av sølu og av dagliga rakstrinum av handlinum, sum hevur eitt breitt úrval av tekniskum vørum innan el-tilfar, maskinlutir, køliútgerð, HVS tilfar og aðra útgerð.
· Hava ábyrgd av, at vøruúrvalið altíð er nøktandi, og at tænastan til kundar hjá TTS altíð er á einum høgum støði.
· Saman við starvsfelagum, tryggjar tú, at kundarnir altíð fáa góða ráðgeving og tænastu, og at handilin er innbjóðandi og lættur at vitja.
· Menna sølu- og handilsøkið.
Tínar førleikar
Tú hevur ein jaligan hugburð og dugir væl at arbeiða saman við øðrum.
Góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og teldukunnleika.
Sum starvfelagið ert tú álítandi, áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvið og tænastusinnaður yvir kundum og starvsfeløgum.
Starvið, løn og treytir:
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv har tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tlf. 565640 ella umvegis teldupost jol@tts.fo. Umsóknir skulu sendast til jol@tts.fo
Vit hava leypandi samrøður við viðkomandi umsøkjarar, og starvið verður sett, tá tann rætti persónurin er funnin.
TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon:
maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild, og sølubúð við væl útgjørdari goymslu. Í fyritøkuni starvast áleið 45 starvsfólk.
13. jul 2025

4. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025
