Lýsing

Spennandi starv sum handilsleiðari í Alfa Bókhandli

Alfa bókahandil søkir eftir einum ágrýtnum handilsleiðara. Umframt at verða leiðari í handilinum er uppgávan eisini at selja vørur til stovnar og fyritøkur. Vit vænta at tú ert arbeiðsamur/som, dugir væl at samstarva og dugir væl at veita kundum okkara ta bestu tænastuna.

Førleikakrøv
Søkt verður eftir einum handilsleiðara, ið hevur útbúgving ella royndir við sølu, dugir at leiða, marknaðarføra og hevur góð evnir við sosialum miðlum.

Vit vænta
At rætti umsøkjarin dugir væl at taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi og sum leggur nógv fyri hvønn dag. Rætti umsøkjarin hevur eina góða samanseting av fakligum treiskni, fyrisitingarligum og fíggjarligum hegni og nøs fyri trivnaðinum hjá kundum og starvsfólki.

Setanar- og lønarviðurskifti
Løn sambart avtalu, vísandi til útbúgving og royndir.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til jogvan@samrad.fo

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mándagin 10. apríl. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Skorheim telefon 22 18 49.

Um Alfa Bókahandil

Handil okkara fevnir um bøkur, leikur, skrivstovuútgerð, útgerð til skúlabyrjan umframt annað. Eisini fevnir virksemið um sølu á heimasíðuni og til vinnu- og stovnskundar.

Aftur
Starvs­fólk til køks- og reingerðartoymið…
Umsóknarfreist:
8. jun 2023
Lærlingur, arbeiðs­fólk ella sveinur í Kl…
Umsóknarfreist:
8. jun 2023
Bókhalds­fólk til Roknskapardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
15. jun 2023
Kitchen and cleaning staff for Articon -…
Umsóknarfreist:
8. jun 2023
Størv á Miðnámi á Kambsdali
Umsóknarfreist:
11. jun 2023