Lýsing

Deildarleiðari til Kringvarp Føroya

 
 
 
Um starvið
Deildin Aktuelt hevur gingið á odda við slóðbrótandi journalistikki og hevur veitt brúkarunum óheft, saklig og kritisk tíðindi um føroyska samfelagið í breiðastu merking. Deildarleiðarin skal, saman við starvsfólkunum á deildini, bera hendan arvin víðari og framhaldandi menna deildina til verandi og nýggjar uppgávur. 

Deildarleiðarin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til leiðslu og rakstur og vil taka við avbjóðingini at flyta deildina Aktuelt inn í framtíðina við neyðugum tillagingum, soleiðis at deildin kann møta framtíðarkrøvum til innihald og strategi samsvarandi hugsjónini fyri KvF. KvF flytur seg alt meira yvir á talgildar pallar, og talgild framleiðsla og útgáva skulu tí raðfestast hægri. Nýggi deildarleiðarin skal verkseta menning av talgilda profilinum hjá deildini, soleiðis at hesin samvirkar við framleiðsluna og málini hjá deildini annars.  

Deildarleiðarin skal, sum partur av leiðsluni, megna at ganga á odda í at skapa eina felags mentan á stovninum við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í journalistikki, starvsfólka- og fíggjarviðurskiftum. Afturfyri sleppur deildarleiðarin at vera við til at mynda dagsskránna hjá KvF, seta mál, bjóða av, savna og skapa rúm fyri fjølbroytni.


Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. 

Vit krevja viðkomandi útbúgving og journalistiskar royndir. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur. 


Setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð. Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu.

Deildarleiðarin fyri Aktuelt vísir til stjóran í Kringvarpi Føroya. 


Løn 
Starvið sum leiðari fyri Aktuelt-deildina verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. 


Umsókn
Umsóknir til starvið skulu, saman við viðkomandi skjølum, sendast til teldupostadressu: umsokn@kvf.fo. Viðmerk “Deildarleiðari til Aktuelt” á umsóknina.

Umsóknarfreistin er tann 26. september 2023.

 

Samband og upplýsingar
Í starvs-­ og persónsprofili í fíluni, sum kann takast niður niðanfyri, stendur meira um førleikakrøv, ábyrgdir í starvinum og setanartilgongd. 

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Ivan Hentze Niclasen, stjóra, á tlf. 347500 ella umvegis teldupost: in@kvf.fo.

Vit vísa eisini til kvf.fo/umkvf, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru um stovnin.


Deildarleiðaraprofilur
Finn fleiri upplýsingar um starvið í deildarleiðaraprofilinum her

Aftur
Starvs­fólk til barna­garðin á Svangaskarð…
Umsóknarfreist:
22. okt 2024
Tekniskur varaleiðari til framleiðsluvir…
Umsóknarfreist:
1. nov 2024
KT verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
10. nov 2024