Lýsing

Fíggjarleiðari til Nes kommunu

 

 

Nes kommuna søkir eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt. Talan er um spennandi og fjølbroytt starv, har viðkomandi kemur at virka í tøttum samstarvi við allar partar av umsitingini og politiska myndugleikanum í eini kommunu í stórari menning.


Ábyrgdarøkini

Fíggjarleiðarin hevur fakligu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum kommununnar og skal í tí sambandi ráðgeva politiska myndugleikanum, borgarstjóranum og umsitingarligu leiðsluni annars. Fíggjarleiðarin leggur saman við borgarstjóranum og kommunuskrivaranum leistin fyri fíggjarætlan og íløguætlan kommununnar, hevur eftirlit við fíggjarstøðuni og ráðgevur í sambandi við árs- og langtíðarætlanir og leypandi í sambandi við politisk ynski og brádliga íkomnan tørv. Ábyrgdarøkini annars eru m.a.:

  • At skipa bókhald kommununnar og gera roknskapir
  • At rokningar verða avgreiddar og lønir rindaðar til tíðina
  • At greiðar mannagongdir eru á økinum
  • At fylgja við í, at játtanir eru undir politiskum samtyktum; og at hesar halda
  • At vera til staðar á fundum hjá fíggjarnevndini

 

Førleikar

Vit ynskja okkum ein fíggjarleiðara, sum hevur

  • viðkomandi útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
  • Hevur góðar telduførleikar og megnar at seta seg inn í nýggjar skipanir
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, er fyrikomandi og á virknan hátt áhugað/ur í økinum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og megnar at arbeiða í einum til tíðir pressaðum umhvørvi við stuttum tíðarfreistum, og at tú dugir at samskifta og megnar at ráðgeva fíggjarliga skynsamliga.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Arbeiðsumhvørvið er gott og mennandi. Hóast arbeiðstrýstið til tíðir kann vera stórt, loysa vit uppgávurnar í felag.

Starvið er fulla tíð, lønin er sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til nes@nes.fo í seinasta lagi 23.02.2024, kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á telefon 565000.

 

 

 

 

Aftur
Lærari til Maskindeildina
Umsóknarfreist:
11. aug 2024
Starv sum skúla­stjóri á Skúlatrøð
Umsóknarfreist:
1. aug 2024
Skrivstovu­fólk til Norlink Cargo
Umsóknarfreist:
28. jul 2024
Lýsing eftir løgfrøðingi
Umsóknarfreist:
11. aug 2024
Uttanríkis- og vinnu­mála­ráðið søkir efti…
Umsóknarfreist:
18. aug 2024
Ráðgevi til Marknaðardeildina
Umsóknarfreist:
18. aug 2024
Fulltrúi til Løgmansskriv­stovuna
Umsóknarfreist:
19. aug 2024