Laboratoriuteknikari ella laborantur til HFS
Fakliga dugnaligur laboratoriuteknikari ella laborantur til metodumenning og góðskusamskipan - starv á Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Fulla tíð – fast starv – Tórshavn.
Brennir tú fyri at arbeiða á kanningarstovu, menna kemiskar metodur og arbeiða á høgum fakligum støði? Og kundi tú hugsað tær at sameint praktiska kanningararbeiðið við tvørfakliga leiklutin sum góðskusamskipari fyri kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Um kanningarstovuna
Okkara kanningarstova er skipað í 3 deildir; kemiska deild, mikrobiologiska deild og patologiska deild.
Tú verður ein partur av einum fakliga dugnaligum toymi, har samstarv millum deildirnar er ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum.
Kanningarstovan er góðkend á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir DS/EN ISO/IEC 17025.
Um starvið
Søkt verður eftir einum laboratoriuteknikara, laboranti ella líknandi til eitt starv við tveimum høvuðsøkjum
- metodumenning á kemisku deild
- samskipa góðskuarbeiðið hjá kanningarstovuni
Tú verður settur í eitt lyklastarv, har tú arbeiðir við at menna og skjalfesta nýggjar kemiskar kanningarhættir og at menna og viðlíkahalda góðskuarbeiðið á kanningarstovuni.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar:
Kemiska deild
- at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningarhættir.
- leggja ætlan fyri og fremja skjalfestar royndir og frágreiðing um úrslit.
- at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningarhættir.
Kemiska deild ger m.a. kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Vit nýta/menna framkomnar kanningarhættir, so sum GC-MS, ICP-MS, HPLC og flammuatomabsorptión.
Góðskusamskipari – fyri allar deildirnar (kemi, mikrobiologi og patalogi)
- standa fyri innanhýsis og uttanhýsis góðskusamskipan í mun til DS/EN/ISO/IEC 17025.
- leggja ætlan fyri og eftirhyggja innanhýsis eftirlitssýnum/kontrollum, kalibreringum og staðfestingum.
- fyrireika og luttaka í innanhýsis skoðanum og eksternum skoðanum.
- samstarva við starvsfelagar um góðskukrøv og viðlíkahald av góðskuskipanini á kanningarstovuni.
Krøv
- lokið prógv sum laborantur, laboratoriuteknikari ella líknandi.
- royndir við kemiskum kanningum og viðgerð av úrslitum.
- duga at arbeiða við dátum og nágreiningum.
- hegni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
- kunnleika til DS/EN ISO/IEC 17025 er fyrimunur, men ikki krav.
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.
Tíð og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv við setan skjótast gjørligt. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 11. januar 2026. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo.
Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Kim Steve Bergkvist, deildarleiðara, tlf. 556447, ella teldupost, ksb@hfs.fo.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á kemisku kanningarstovuni arbeiða 6 fólk .
31. des 2025
31. des 2025
21. des 2025
11. jan 2026
1. jan 2026
1. jan 2026
5. jan 2026
1. jan 2026
4. jan 2026
5. jan 2026