Starv sum skrivstovufólk í Løgtinginum
Eitt farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. novembur í ár til 1. oktobur 2025. Talan kann gerast um fast starv, tá hetta tíðarskeiðið er lokið.
Uppgávurnar fevna um alt vanligt skrivstovuarbeiði og ávísar serligar uppgávur so sum
- at hava ábyrgdina av móttøkuni og telefonavgreiðslu,
- bílegging av ferðaseðlum v.m. og
- at vera nevndarrøkil í ymsum nevndum.
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur góðar telduførleikar og hevur áhuga í politiskum arbeiði.
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3, Boks 208, 110 Tórshavn ella í telduposti til: starv@logting.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. septembur 2024, kl. 12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tel. 520294.
22. jan 2025
27. jan 2025
2. feb 2025
20. jan 2025