
Ráðgevi til Mat- og tilfeingishúsið
Sjóneykuna á føroyskt tilfeingi - Ráðgevi til Mat- og tilfeingishúsið
Vilt tú vera við til at mynda framtíðina hjá føroysku matvøru- og lívtilfeingisvinnuni? Og hevur tú førleikar at sameina vinnu, nýskapan, gransking og politikk? So er hetta starvið fyri teg!
UM NÝGGJU MATVØRU- OG LÍVTILFEINGISEINDINA
Føroyar hava eitt sera ríkt náttúrutilfeingi, bæði á landi og á sjógvi. Stórur partur av hesum tilfeingi verður longu gagnnýttur, men tað er framvegis góður møguleiki fyri at fáa enn meira burtur úr okkara rávørum. Tískil hevur landsstýrið valt at seta á stovn nýggja eind fyri matvøru- og tilfeingismenning, sum hevur til endamáls at menna burðardyggar loysnir fyri føroyskt tilfeingi, bæði til innanlandsnýtslu og útflutning.
Sum partur av einum umskiftiligum heimi er tað harafturat avgerandi, at vit arbeiða miðvíst fyri at tryggja, at okkara tilfeingi verður framleitt á ein hátt, sum er tillagaður vinnuligari menning og framtíðar marknaðum. Eindin fer tískil at arbeiða í tøttum samstarvi við vinnuna, granskingarstovnar og politisku skipanina.
UM STARVIÐ
Sum ráðgevi í nýggja Mat- og tilfeingishúsinum verður tú við til at at seta kósina fyri framtíðarmenningini av okkara tilfeingi. Hetta er tí ein gyltur møguleiki at kunna skapa nakað nýtt og broyta okkara máta at hugsa viðvíkjandi framleiðslu av vørum úr sjógvi og á landi.
Talan er sostatt um eitt sera fjølbroytt starv, har uppgávurnar millum annað verða at:
· Seta sjóneykuna á føroyska tilfeingið
· Vera við til at menna eitt kveikjandi umhvørvi, har ið hugskot gerast veruleiki
· Skipa og samskipa virksemið
· Skapa samstørv kring landið og uttanlands
· Menna eina langtíðarætlan fyri matvøru- og lívtilfeingisloysnir
· Byggja brýr millum gransking, vinnu og politiskar myndugleikar
UM TEG
Vit leita eftir einum eldhugaðum og skipaðum persóni, sum hevur:
· Evni at hugsa framskygt og nýskapandi
· Góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
· Politiskt tev
Førleikakrøv
Hægri útbúgving innan matvørur, framleiðslu ella tilfeingi og/ella aðra viðkomandi útbúgving og starvsroyndir innan økið.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er skipað undir Vinnudeildini í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Tú fert at vísa til deildarstjóran á Vinnudeildini.
Starvsstaðurin er iNOVA í Havn, ið tú skalt verða við til at menna til eitt virkið umhvørvi.
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
UMSÓKN OG FREIST
Umsókn við avriti av prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi tilfari skal verða Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 7. juli 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og vinnumálaráðnum á uvmr@uvmr.fo
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oyvind av Skarði, fulltrúa, á tlf. 556082 ella oyvindur@uvmr.fo
16. jun 2025

7. jul 2025

16. jun 2025

23. jun 2025

16. jun 2025
