 
			
			Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara
Kundi tú hugsað tær at verðið partur av einum fakliga sterkum toymi, so er arbeiði sum grannskoðari á Landsgrannskoðanini júst nakað fyri teg.
Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og fevnir um at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans.
Umsøkjari skal hava útbúgving innan grannskoðan, roknskap, KT e.l. og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.
Lønar- og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Freistin at søkja er 15. november 2025, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 226301 ella teldupost beinta@lg.fo. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast við teldupsoti til: postur@lg.fo
 
 
LANDSGRANNSKOÐANIN er óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum grannskoðar almennar stovnar og skipanir.
3. nov 2025
 
						2. nov 2025
 
						10. nov 2025
 
						9. nov 2025
12. nov 2025
6. nov 2025
3. nov 2025
 
						15. nov 2025
 
						2. nov 2025
9. nov 2025
