Lýsing

Spennandi størv, í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði

Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, sjúkrarøkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er, at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum.

Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

Rehabiliteringdeildin:
Rehabilitering, umlætting og palliatión

  • 2 sjúkrarrøktrfrøðingi á brøk 0,8 at byrja 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsurøktarar á brøk 0,8 í tíðaravmarkað starv frá 1 oktober 2018 til 1 septemer 2019.

Uppistova, eldraheim:

  • 1 heilsurøktara á brøk 0,8 at byrja 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.
  • 1 sjúkrarøktarfrøðingi á brøk 0,8 í tíðaravmakað starv frá 1 september 2018 til 1 maj 2019.

Miðstovu, Eldra- og demensheim:

  • 2 sjúkrarøktarfrøðingum á brøki 0,8 at byrja 1 septemer 2018, ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsurøktara á brøki 0,8 at byrja 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.

Útiøki:

  • 1 heilsurhjálpara á brøki 0,75 til setan 1 september 2018 til heimarøktina og 1 pædagogi á 0,8 til setan 1 september 2018 á Virkni, ella eftir nærri avtalu.

Terapeuti:

  • 1 ergoterapeuti á brøki 0,8 til setan 1 oktober 2018, ella eftir nærri avtalu.

Reingerð:

  • Einum starvsfólki í 30 tímar um vikuna til setan 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.

Um ikki skikkaðir umsøkjarnar eru til størvini, hava onnur møguleika at søkja.

Førleikakrøv

  • Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
  • Hevur prógv sum heilsuhjálpari.
  • Hevur prógv og autorisatión sum
  • Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið og megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
  • Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði.

Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum uttan í Virkni. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina, á tlf. 793200, ella skriva til htv@htv.fo

Umsóknir 
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: htv@htv.fo

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 17. august 2018 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024