Lýsing

Ritstjóri til Nám

Vilt tú vera við til at gera undirvísingartilfar í Námi?

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til setanar 1. november 2018 ella skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám gevur út undirvísingartilfar og veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, kt-skipan og námsfrøðiliga ráðgeving. Útgávutoymið, sum ritstjórin verður ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Vit leita eftir einum ritstjóra til útgávur og at loysa aðrar viðkomandi uppgávur, í fyrstu syftu serliga innan náttúruvísindaligu lærugreinarnar og undirvísingarportalin Snar.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:

  • at ritstjórna, týða og tillaga tilfar til nýggjar útgávur og undirvísingarportalin Snar
  • at samstarva við onnur starvsfólk innan sama fakøki
  • at vera við í skeiðsvirkseminum í Námi
  • at vera við til at gera námsfrøðiligar frágreiðingar, ið Nám stendur fyri
  • at átaka sær aðrar uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi
     

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • fólkaskúlalæraraútbúgving ella aðra hægri útbúgving (cand./master)
  • arbeiðsroyndir frá undirvísing í fólkaskúla ella miðnámi ella aðrar viðkomandi arbeiðsroyndir
  • góðan kunnleika um námsætlanir sum heild
  • góðan kunnleika um náttúruvísindaligar lærugreinir
  • góðan telduførleika
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum men eisini norðurlendskum og enskum
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
     

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. oktober 2018 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, námsfrøðiliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, kt-skipan, útlán og skeið. Í Námi eru 26 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024