Lýsing

Rakstrarleiðari til Vága Floghavn

Starvið

Vága Floghavn er í stórari menning, og sum liður í menningini søkja vit nú eftir einum rakstrarleiðara. Ert tú ein virkisfúsur leiðari, sum við samstarvshuga og nærlagni ynskir at menna flogvøllin, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir.

Sum rakstrarleiðari hevur tú tilvísing til flogvallarleiðaran og verður tín høvuðsuppgáva at tilrættisleggja dagliga raksturin, saman við øðrum leiðarum.

 

Uppgávurnar eru m.a.:

- Starvsfólkaábyrgd

- Vaktarplanlegging

- Samskipan og samskifti við flogfeløg um loftferðsluna

- Samskipan av rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðum

- Samskipan annars

- Taka tær av innanhýsis værkætlanum

- Umsitingarligar uppgávur

- Umframt aðrar uppgávur.

 

Yrkisligar førleikar:

• Miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir

• Leiðsluroyndir frá líknandi starvi, og gjarna royndir í at leiða verkætlanir

• Góðan kunnleika til at leggja tilrættis og fyriskipa

• Góðan kunnleika til KT

• Góðar munnligar og skrivligar førleikar í enskum, føroyskum og donskum.

 

Persónligir førleikar

• Tú ert liðleiðari við góðum samstarvsevnum

• Tú dugir væl við fólki

• Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvsfólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit

• Tær dámar at skapa best møguligu tænastuna, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn

• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri og skjótari.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Starvið verður lønt sambert sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu.

 

Umsóknir

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Egholm Hansen,  á telefon 78 44 01, ella við at skriva teldupost til jhan@fae.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.

 

Umsóknin skal sendast til:

Vága Floghavn P/F

Flogvøllurin,

380 Sørvágur.

 

Viðmerk: Rakstrarleiðari,

ella sum teldupost til umsokn@fae.fo

 

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.   

Aftur
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025