Lýsing

BÓKASAVNSVØRÐUR TIL FUGLAFJARÐAR BÓKASAVN

Brennir tú fyri vitan og menning?

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv sum bókavørður, har tú stendur á odda fyri at veita borgarunum í Fuglafjarðar kommunu eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu.

 

STARVIÐ

Sum bókavørður er tín uppgáva at tryggja eitt høgt og tíðarhóskandi tænastustig, og í tøttum samstarvi við mentanarleiðarin menna stovnin, tænastur og samstarv sum heild.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá bókavørðinum eru:

• At menna og íverkseta tiltøk saman við mentanartoyminum

• At umsita bókarøkt og savnsrøkt

• At standa fyri átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins

• At skipa fyri almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, mentan og vitan

• At  menna bókasavnið sum vitanardepil

 

FØRLEIKAKRØV O.A.

Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður. Eisini krevst góður kunnleiki til og førleiki at nýta og vegleiða onnur at nýta bókasavnsskipanir.

 

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

Umráðandi er, at umsøkjarin er víðskygdur og hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, taka sjálvstøðugar avgerðir og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

UM TÚ YNSKIR AT VITA MEIRA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, tel 238014.

 

UMSÓKNIN

Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi 8. apríl 2019 kl 12:00.  Á umsóknini skal standa: Bókavørður til Fuglafjarðar bókasavn.

Aftur
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Norðlýsið søkir eftir sølu- og netvarpsf…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Arbeiðs­fólk til móttøku­høll­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025