Lýsing

Summarferiuavloysarar til Almannaverkið

Almannaverkið søkir summarferiuavloysarum til ymiskar av tænastum stovnsins. Vit leita eftir útbúnum ella lesandi innan flestu fakøkir, sum eru í Almannaverkinum. 

Almannaverkið hevur tørv á summarferiuavloysarum til kring alt landið  t.v.s. í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Vágum og í Suðuroy. Leitað verður fyrst og fremst eftir umsøkjarum, sum eru útbúnir ella eru undir útbúgving til hesi fakøki:  

Námsfrøðingar 
Sjúkrarøktarfrøðingar 
Heilsurøktarar 
Heilsuhjálparar 
Ergoterapeutar 
Fysioterapeutar 

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.  

Tørvur er á summarferiuavloysarum til báðar trivnaðardeplarnar og til deildirnar Endurvenjing og Hjálpartól í Viðskiftadeplinum.  

Starvstíðin 
Tørvur er á summarferiuavloysarum í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august 2019. Arbeitt verður í flestu førum í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tað ber eisini til at søkja um avloysarastarv, hóast tú ikki er tøk/ur alt tíðarskeiðið.   

Uppgávur 
Í trivnaðardeplunum er talan um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur á sambýlum, í stuðulstilboðum ella dagtilboðum fyri borgarar við ymiskum avbjóðingum.  

Í Endurvenjing og Hjálpartól er tørvur á ergoterapeutum ella fysioterapeutum, sum skulu taka sær av uppgávum innan fakøkini í breiðastu merking, so sum at vera í endurvenjingini, og at gera tilmæli um hjálpartól og líknandi uppgávur. Uppgávurnar krevja sum heild eitt sindur av upplæring.   

Fleiri upplýsingar um trivnaðardeplarnar, Endurvenjing og Hjálpartól fáast við at trýsta her

Førleikar 
Almannaverkið leitar fyrst og fremst eftir útbúnum umsøkjarum ella umsøkjarum undir útbúgving í omanfyrinevndu fakøkjum, men onnur eru eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsroyndir innan økið verða mettar sum ein fyrimunur.  

Vit vænta 
Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit ynskja tolnar og jaligar starvsfelagar, sum duga at trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi. Almannaverkið eggjar til gott samstarv tvørtur um fak og millum starvsfólkið annars. Vit vænta vanligar KT- førleikar av umsøkjarum.  

Setanar - og lønarviðurskifti   
Setanarøkið er Almannaverkið. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya. 

Umsókn 
Tú søkir starvið við at klikkja á tann grøna knøttin "Søk starvið", og síðan útfylla umsóknarblaðið og viðhefta viðkomandi fílur.   

Freist 
Send tína umsókn sum skjótast. Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar so hvørt. Seinasta freist at søkja er 31.05.2019, kl. 23.00.  

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til HR og stjóraskrivstovuna tlf. 360000, sum kann svara tínum spurningum ella beina teg víðari til rætta viðkomandi.  

Aftur
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025