Lýsing

Journalleiðari - endurlýsing

Starvið

Eitt áhugavert starv sum journalleiðari er leyst at søkja í Mentamálaráðnum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum fevnir um journal og fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Starvið verður at seta skjótast til ber.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Journal og arkiv
  • Umsita virkisøki, sum verða løgd til journalleiðaran
  • Fyrifallandi skrivstovuuppgávur
  • Rættlestur
  • Aðrar uppgávur

Førleikakrøv

  • Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur:
  • Skrivstovuútbúgving, miðnámsprógv ella annað, ið kann javnmetast við hesi
  • Royndir við journalarbeiði
  • Royndir í skrivstovuyrkinum
  • Góðan kunnleika at nýta edv, eitt nú 360
  • Góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
  • Góð samstarvsevni
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti

 

Vit bjóða

Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan undirvísing og mentan.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 4.

Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um Mentamálaráðið og allar deildir/stovnar tess.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Mentamálaráðið

Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella sum teldupost til mmr@mmr.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2019.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, tlf. 555010.

Aftur
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026