Lýsing

Einalærari í Haraldssunds Skúla

Hevur tú hug at royna teg sum einalærara, so er møguleiki at søkja einalærarastarv í  Haraldssunds skúla. Starvið verður sett frá 1. august 2019.

 

Um starvið

Í Haraldssunds skúla verða 3 næmingar næsta skúlaár, tveir næmingar í øðrum flokki og ein næmingur í sætta flokki.

Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og  hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Einalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara-útbúgving  og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola

broytingar í starvinum.

 

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum  skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi  27. mai 2019.               

 

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

 

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

 

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

Aftur
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
HR umsitari
Umsóknarfreist:
4. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025