
Starvsfólk til dagrøktina í Viðareiðis kommunu
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella starvsfólki í tíðaravmarkaðum starvi 40 tímar um vikuna. Søkir eingin námsfrøðingur, kann annað starvsfólk setast í starv. Starvið verður sett 1. august, um eingin onnur avtala er gjørd, og er undir ábyrgd leiðslunnar. Starvstíðin er fram til 1. juli 2020.
Tann ið sett/settur verður skal :
Megna at arbeiða við børnum, ið hava serligar avbjóðingar.
Duga, við støði í námsfrøðiligum námsætlanum og stevnumiðum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
Duga at vísa og útinna tolsemi: at virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
Verða jaligur, stjálvstøðugur, ábyrgdafullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.
Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
Hava hug og áræði til at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan, stuttligan og, til tíðir, øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfeløgum í ymisku tiltøkunum, ið verða fyriskipað.
Vera álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðiligur.
Vit bjóða tær:
Eitt avbjóðandi starv og jaligir starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin til rættis.
Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og vaksin.
Námsfrøðiliga fyrireiking.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis Kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgeravarafelagið.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni. 2019 kl. 12.00 saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084.
Umsóknin skal sendast sum bræv til:
Dagrøktin á Viðareiði
Eggjarvegur 4
750 Viðareiði
ella sum teldubræv til:
15. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

13. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

4. jul 2025

7. jul 2025
