
Samskipari til SMS
Dugir tú at samskifta, samskipa og fáa tingini at ganga upp í hægri eind? So er hetta rætta starvið fyri teg.
Sum samskipari á Marknaðardeildini í SMS fert tú millum annað at samskipa tiltøk á Torginum og lýsingar hjá SMS, at arbeiða við hugskotsmenning og fleiri øðrum spennandi uppgávum. Á Marknaðardeildini sita býlings- og marknaðarstjórin og tveir samskiparir.
Tú verður partur av einum kreativum toymi og einum spennandi umhvørvi í stórari handilsfyritøku, ið fevnir um matvøruhandlar, sølumiðstøðir og mangt annað.
Starvið krevur góð samskipanarevnir og evnir til at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit vænta, at tú:
– hevur hóskandi royndir og/ella útbúgving
– dugir væl at samskifta
– kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.
- dugir at leggja tilfar út á heimasíður, Facebook o.a.
- hevur skrivligar førleikar
Starvið er sett at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er í minsta lagi 30 tímar um vikuna og løn eftir S&K-sáttmálanum.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni. í 2019.
Send umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin W. Dalsgaard, tel. 596061 ella t-postur, rwd@sms.fo ella við Siri Sørensen, samskipara, á tel 508408 ella t-postur siri@sms.fo
SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon og handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. SMS gevur SMS-blaðið út fýra ferðir, og tað kemur í hvørt hús í Føroyum. Í SMS P/F starvast umleið 500 fólk.
15. jul 2025

13. jul 2025

26. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025
