
Pedagogur/hjálparfólk til barnahúsið Imba
Barnahúsið Imba søkir eftir einum pedagogi til eitt stuðuls starv, men um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin.
Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012.
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.
Vit kunnu bjóða tær:
eitt starv á 20 tíma viku, frá 15. August 2019 til 30. Juni 2020, báðir dagar íroknaðir.
Starvið er til frítíðarskúlan, so allir dagar liggja seinnapart og áleið tveir dagar byrja kl. 11:15.
Sí annars undir Starvsstaður.
Søkt verður eftir einum stuðli, sum:
- Hevur, mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
- er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt.
- sær møguleikar fram um forðingar.
Vit kunnu bjóða:
- ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki
- ein stovn við góðum uttandura spæliplássi
- ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar
Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11.07. 2019, kl. 12:00
Nærri kunning um starvi fast við at ringja til leiðaran, tlf. 735891
Umsóknin skal sendast til:
t-post: barn@hvannasund.fo
4. mai 2025

5. mai 2025

2. mai 2025
