
KT- verkætlanarstarv
Kommunufelagnum tørvar ein verkætlanarleiðara, sum skal standa á odda fyri at íverkseta talgildu heilsuskipanina Cosmic á eldraøkinum í Føroyum.
Verkætlanin verður skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og kommunalu eldrasamstørvini.
Talan er um sjálvstøðugt starv, sum í stóran mun ber til at mynda sjálv/ur. Verkætlanarleiðarin kemur at hava regluliga fakliga sparring við THS toymið á Landssjúkrahúsinum, KT deildina í Tórshavnar kommunu, og annars neyvt samskifti við leiðslurnar í ymsu eldrasamstørvunum.
Vit leita eftir einum orkuríkum verkætlanarleiðara, sum megnar at hava nógv jørn í eldinum í senn, og hevur gott hegni at arbeiða við fólki og virkar eggjandi fyri sítt umhvørvi.
Uppgávur í verkætlanini
Uppgávurnar verða m.a.:
- At kortleggja tørvin á hardware og uppseting
- At skipa fyri tekniskari uppseting í ymisku eldraøkjunum
- At kortleggja tørvin á at førleikamenna starvsfólk
- At fyriskipa undirvísing
- At skapa trygdarmannagongdir
- At fyrireika tilgongdir at broyta verandi mannagongdir til talgildar mannagongdir
Harumframt skal verkætlanarleiðarin ráðgeva Kommunufelagnum, kommunalum samstørvum og kommununum í KT viðurskiftum uttanfyri verkætlanina, serliga í KT trygd.
Førleikakrøv
- Vit vænta, at tú hevur viðkomandi meðallanga ella langa útbúgving
- Tú skal hava góð samstarvsevni, vera samstarvsfús/ur, ábyrgdarfull/ur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt
- Tú skal duga serliga væl at samskifta við fólk, ið hava ymiskar fakligar førleikar og fyritreytir
- Tú skal duga væl at orða teg, bæði í skrift og talu
- Tú hevur førleikar og royndir við verkætlanarleiðslu
- Tú hevur royndir og vitan um verkseting og verkætlanarstýring
- Tú hevur kunnleika til eldraøkið og til talgildu heilsuskipanina, tó at hetta ikki er nøkur treyt
Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Starvstaður er í Kommunuhúsinum í Tórshavn, men nógv innlendis ferðing er knýtt at starvinum.
Starvið er tíðaravmarkað til umleið 2 ár, tó kann talan verða um at halda áfram við øðrum verkætlanum fyri kommunurnar
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á teldupostadressu: eydunc@kf.fo
Umsóknin skal vera Kommunufelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. Juli 2019 kl. 12.00.
Samband
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á telefon 282480.
Cosmic er ein talgild heilsuskipan, sum sjúkrahúsini og kommunulæknarnir hava brúkt síðani 2010. Høvuðsendamálið er ein felags sjúklingajournal, sum skal tryggja samskifti ímillum ymisku viðgerðar eindirnar í heilsuverkinum, og við tí økja viðgerðartrygdina. Við at breiða Cosmic til eldraøkið eisini, verða allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka í einari og somu skipan og tøkar, uttan mun til, um ein er á røktarheimi, fer til kommunulækna ella til ambulanta kanning, ella verður lagdur inn á sjúkrahús.
Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum. Starvsfólkini í Kommunufelagnum ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommunalu starvsfólkunum í almennum spurningum og ivamálum og umboða kommunurnar í arbeiðsbólkum og nevndum.
Kommunufelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommununala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya
7. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

26. jul 2025

7. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

13. jul 2025

7. jul 2025
