Lýsing

Framleiðsluleiðari til elementvirki í Nuuk

Til okkara nýggja betongelementvirki í Nuuk sóknast vit eftir framleiðsluleiðara.

 

Byggivinnan í Grønlandi koyrir við fullari ferð og seinasta átakið hjá MT Højgaard er eitt nýtt virki til betongelementir. Virkið skal lata fyrstu elementini komandi vár og um sjey fólk fara at starvast á virkinum.

 

 

Arbeiðsuppgávur

Sum framleiðsluleiðari fært tú ábyrgdina av virkinum og at byrjanin verður so smidlig sum tilber. Tú verður arbeiðandi framleiðsluleiðari og kanst rokna við at brúka um 60% av tíðini til at leggja til rættis, fíggjarligar útrokningar og uppfylging umframt útveiting av arbeiðsuppgávum. Írestandi tíðin fer til góðskutrygging og framleiðslu av formum til betongelementir.

Arbeiðsstaðið er í Nuuk í Grønlandi.

 

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum at tú hevur kunnleika til framleiðslu av betongelementum og at tú hevur royndir við leiðslu. Tú skalt duga at lesa elementtekningar og harvið kunna hjálpa og vegleiða starvsfeløgum. Sum persónur ert tú fyrikomandi og rúmligur uttan tó at vera bangin fyri at seta mál og gera tað, ið skal til, fyri at røkka teimum.

 

Vit bjóða

Eitt sjálvstøðugt og ábyrgdarfult starv í einari viðurkendari fyritøku, sum er grundfest í norðuratlantøkinum.

Virðiligar arbeiðsumstøður við víðum frælsi undir ábyrgd.

 

Setanarviðurskifti 

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

 

Umsóknir

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóannes Niclasen, stjóra fyri Norðuratlansøkið hjá MT Højgaard, á tlf. +45 227099738 ella jin@mth.dk.

 

Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv). Freistin at søkja starvið er 15. august 2019, og tú kanst søkja á mth.dk/job.

Aftur
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
HR umsitari
Umsóknarfreist:
4. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025