Lýsing

Fulltiknir dekkarar til Vørn

Eitt starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

 

Høvuðsuppgávur:

 

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

·         Ganga vakt eftir vaktarskipan.

·         Luttaka í dagliga arbeiðinum.

·         Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

·         Annað fyrifallandi arbeiði.

 

Førleikakrøv:

·         Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.

·         Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.

 

Dentur verður annars lagdur á:

·         Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv

·         Royndir innan yrkið

·         Góð samstarvsevni

·         Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

 

Setanartreytir:

 

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

 

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

 

Umsókn:

 

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  15. august 2019 kl. 14.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

 

Umsókn skal sendast til :

 

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo 

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Aftur
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025