
Sálarfrøðingur til Sernám
Søkt verður eftir einum sálarfrøðingi til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi. Talan er um eitt farloyvisstarv fulla tíð at seta skjótast gjørligt og til 1. februar 2020 .
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Eysturoynna og Norðoyggjar.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
- Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðiligar og sernámsfrøðiligar tilgongdir
- Veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
- Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
- Samskipa og uppfylgja sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við starvsfólk í skúlum og dagstovnum
- Veita starvsfólki supervisión
Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
- Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
- Er við í tvørgreinaligum samstarvi við aðrar stovnar
- Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og stovnum
- Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
- Dugir at orða seg í skrift og talu
Vit bjóða:
- Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
- Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar á stovninum
- Supervisión
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við løggilding ella royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og dagstovnum.
Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 og skulu sendast til:
Sernám á Frælsinum Postboks 2036 FO-110 Tórshavn ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.
7. jul 2025

26. jul 2025

15. jul 2025

13. jul 2025

10. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025
