Deildarleiðari til Norðoya Ellis- og Vistarheim
Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir dugnaligum deildarleiðara at byrja 1. oktober 2019 – ella eftir nærri avtalu – í fulltíðarstarvi.
Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og góðan leiðsluførleika.
Starvsinnihald
Sum deildarleiðari verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi – við støði í visjónini hjá NBH. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, búfólk við ymiskum tørvum og teirra avvarðandi. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum. NBH strembar áhaldandi í móti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður eisini væntað av tær, at tú bæði tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Norðoya Ellis- og Vistarheim er í dag karmur um bústað hjá 11 fólkum.
Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni http://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 9. september 2019.
10. nov 2025
30. nov 2025
12. nov 2025
6. nov 2025
17. nov 2025
9. nov 2025
19. nov 2025
15. nov 2025
9. nov 2025