Lýsing

Starvsfólk at røkja og menna bátahylarnar í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum og tænastusinnaðum starvsfólki
at menna og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar á Vágni, Borðoyavík og í
Árnafirði.


Arbeiðsuppgávur
- Dagligt viðlíkahald av bátabrúgvunum í kommununi.
- At loysa uppgávur verkliga og skipa fyri, tá bátabrúgvar verða skiftar út og umvældar.
- Tryggja, at bátabrúgvarnar verða brúktar á ein virðiligan og skilagóðan hátt.
- Umsitingarliga verða bindilið millum bátaeigarar, Klaksvíkar Havn og Klaksvíkar kommunu.
• Umsita bátaplássini
• Umsita vatn- og elveitingar
• Taka ímóti og tryggja, at gjald verður tikið fyri gestapláss
• Samskipa leiklutin hjá smábátum í sambandi við størri tiltøk í býnum
• Tryggja eitt smidligt samskifti um ynskini hjá bátaeigarum inn til kommununa


Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir innan handaligt-/handverksligt arbeiðið, umframt áhuga fyri menning av
økinum rundan um bátabrúgvarnar í kommununi.
Somuleiðis vænta vit, at tú ert tænastusinnað/ur, røkin, arbeiðssom/samur og vælskipað/ur. Tú
dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast
til arbeiðsumhvørvið.


Vit bjóða
- Nýtt, áhugavert og fjølbroytt starv
- Møguleika fyri at bróta upp úr nýggjum
- Menna nýggj tilboð, sum eru við til at fremja trivna fyri smábátaeigarar og vitjandi


Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag. Arbeiðstíðin er skiftandi, tí
talan kann verða um arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar, serliga í summarhálvuni tá smábátar
koma á vitjan. Umsøkjarin skipar sín arbeiðsdag eftir tørvi innanfyri ásettu krøv um tímatal.
Arbeitt verður út frá havnaskrivstovuni við tilvísing til Klaksvíkar Havn.


Umsóknir
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum kann sendast sum
teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo.
Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710
Klaksvík, Mrk. Starvsfólk at røkja og menna bátahylarnar í Klaksvíkar kommunu


Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadag 14. okt kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eirik í Jákupsstovu, Vinnu og
Mentanarstjóra, á tlf.: 221813.

Aftur
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025