Lýsing

Løgfrøðingur til Almannamálaráðið

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt.

 

Sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum, øðrum myndugleikum og borgarum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum.

 

Tú fert eisini at evna til og verða partur av tilgongdum, sum hava til endamáls at bróta upp úr nýggjum og gera hugskot til veruleika.

 

Talan er  um starv  í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.

                                    

Førleikar

Tú hevur løgfrøðiligt prógv við viðkomandi starvsroyndum. Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru tó eisini vælkomin at søkja. 

 

Starvsroyndir frá miðfyrisiting ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

 

Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

 

Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í Ráðnum.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

 

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

 

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

FO-100 Tórshavn                                                                                  

 

ella umvegis teldupost á amr@amr.fo 

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. oktober, kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um starvið  við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.

 

Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, bústaðarmál, javnstøðumál og persóns-,familju- og arvarætt, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Aftur
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026