Lýsing

Handverkari til smiðjuna á Lambareiði

                                                                                                                                           

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara til smiðjuna á Lambareiði at byrja skjótast tilber.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum og øðrum, umframt annað arbeiði í smiðjuni. Eisini kann roknast við, at tú kemur at hjálpa til á vetrarhaldinum á Norðurøkinum.

 

Førleikakrøv

Tú hevur viðkomandi útbúgving sum entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi.

 

Tað er ein treyt at tú hevur vanliga koyrikortið. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

 

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samsvarandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. tó kann roknast við nakað av yvirtíðararbeiði.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

 

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo 

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 20. oktober 2019. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, formann á tlf. 290 926 ella á teldupost joha@lv.fo.  

Aftur
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Stýrimaður til Martin
Umsóknarfreist:
13. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026