
Skúlavørður til Runavíkar kommunu
Lýst verður eftir skúlavørði til skúlar í Runavíkar kommunu.
Í samband við at skúlavørðurin í Runavíkar kommunuskúla fer frá vegna aldur, verður søkt eftir skúlavørði til skúlar í Runavíkar kommunu.
Tú fært høvuðsábyrgdina av skúlabygningunum við Løkin, á Glyvrum, í Lamba og Søldarfirði, og kemur saman við skúlavørðinum í Skála skúla at vera partur av einum toymi, sum í felag varðar av skúlabygningum í Runavíkar kommunu.
Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir. 4 skúlabygningar verða nýttir til skúlabrúk í dagtímunum. Aðrir verða nýttir til dagstovna- og frítíðarvirksemi. Annars er fjølbroytt mentanarnar- og frítíðarvirksemi í skúlabygningunum. Skúlin við Løkin fevnir til dømis um fólkaskúla, musikkskúla, kvøldskúla, býarbókasavn og mentanarhúsið Løkshøll.
Arbeiðsuppgávur
Tú fært høvuðsábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av skúlabygningunum við Løkin, Glyvra skúla, Lamba skúla og Søldarfjarðar skúla í samráð við teknisku deild hjá kommununi.
Tú fært ábyrgd av at skipa reingerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum.
Framkomnar tekniskar skipanir eru, sum skulu viðlíkahaldast, stýrast, gagnnýtast og mennast.
Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara skúlabygningar í góðum standi og at tryggja at teknisku skipanirnar virka.
Dagliga samstarvið er við teknisku deild, sum varðar av bygningum hjá kommununi, og við skúlaleiðslurnar á staðnum. Somuleiðis er samstarv við aðrar stovnar, sum húsast í skúlabygningunum.
Førleikar
Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi.
Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í skúlabygningunum, og er tað tí ein treyt, at skúlavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður.
Skúlavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og er tí neyðugt at tola broytingar og vera virkin í hesum broytingum.
Løn
Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála.
Setan
Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber.
Umsóknir
Umsóknir skulu latast inn á heimasíðuni www.runavik.fo, sí Leys størv. Umsóknarfreistin er mánadagin 18. november kl. 12.
Nærri kunning
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226
13. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

10. jul 2025

26. jul 2025

15. jul 2025
