Lýsing

Námsfrøðingur til Umlættingarheimið Dáin

Umlættingarheimið Dáin søkir eftir námsfrøðingi til dagumlætting at byrja 1. Feb. 2020 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um fast starv á 30 tímar um  vikuna.

 

Dagumlættingin hevur opið gerandisdagar eftir skúlatíð til kl. 17.00.

Vit leggja dent á, at geva øllum borgarum eina góða, trygga og innihaldsríka uppliving, har møguleiki er fyri menning og at knýta vinarbond. 

 

Umframt dagumlætting er Dáin ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.

 

Vit kunnu bjóða:

·         Ein stovn í menning, har tú fært møguleika at seta tín dám á dagin

·         At starvfólk fáa fakliga menning

·         Eitt lívsjáttandi starv saman við menniskjum, har tú fært møguleika at gera ein mun

 

Vit vænta, at tú:

·         Ert opin, fyrikomandi, nærverandi og rúmar ymiskleikum

·         Sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk

·         Kanst arbeiða sjálvstøðugt

·         Hugsar um menning hjá hvørjum einstøkum menniskja

·         Ert sterk/ur í at samskifta og leggur dent á gott samstarv

·         Hevur koyrikort til persónbil

·         Hevur KT-førleika á brúkarastøði

 

Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 22.

 

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagið 19. Januar 2020.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf.  297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 457187, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

 

Umlættingarheimið Dáin

Mýrivegur 11

FO-700 Klaksvík

 

Aftur
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025