Lýsing

Jørð- og kloakkarbeiðari til Articon

Vit leita eftir royndum jørð- og kloakkarbeiðara til verkætlanir í runt í Føroyum.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Arbeiðsøki

  • Seta kantsteinar
  • Leggja rør
  • Hegna og laða grótgarðar
  • Fríðkan og gróður.
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss


Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagsten, verkætlanarleiðara, á telefon 216122

Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi mánadagin 17. januar 2020.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

 

Aftur
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026